Ein er handtikin fyri at stjala úr einum húsvogni

top15-07-2017 - 09:30 - Jóanis Nielsen

 Á Vestanstevnu var friðarligt, sigur løgreglan í morgun.

Men á G-festivalinum var ein kvinna tikin fyri at stjala úr einum húsvogni, kvinnan hevur játtað seg sekan. Við tað, at løgreglan var á staðnum á G-festivalinum, so forðaði løgreglan fyri, at ikki rok kom í fleiri ferðir, tí blóðið var heitt hjá summum persónum.

Um midnátt fór at regna og tað dempar altíð mannamúgvuna.