Ein broyting í landsliðshópinum

ítróttur01-10-2018 - 22:13 -

FSF: Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, hevur kunngjørt hópin, sum 11. og 14. oktober skal spæla UEFA Nations League dystir á heimavølli móti Aserbadjan og Kosovo.

Á tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin setti Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum, navn á teir 23 spælararnar, ið eru úttiknir til UEFA Nations League dystirnar móti Aserbadjan og Kosovo.

Ein broyting er í hópinum hesaferð, í mun til seinastu dystir. Sølvi Vatnhamar hevur givið avboð orsakað av skaða, og í hansara stað hevur venjarin úttikið Pól Jóhannus Justinussen úr NSÍ.

Hósdagin 11. oktober klokkan 19:45 spæla Føroyar og Aserbadjan á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 14. oktober klokkan 17:00 kemur Kosovo á vitjan.

Hópurin

Gunnar Nielsen, FH (ICE)

Teitur Matras Gestsson, HB

Kristian Joensen, KÍ

Atli Gregersen, Víkingur

Odmar Færø, B36

Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)

Jógvan Rói Davidsen, HB

Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens (DEN)

Alex Mellemgaard, B36

Heini Vatnsdal, BK Fremad Amager (DEN)

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

Magnus Egilsson, HB

Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ICE)

Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (NOR)

Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE)

Tróndur Jensen, HB

Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ

Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)

Brandur Hendriksson Olsen, FH (ICE)

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)

Finnur Justinussen, Næstved BK (DEN)

Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld (GER)

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ

Atgongumerki til UEFA Nations League dystirnar móti Aserbadjan og Kosovo kunnu keypast í Nethandilinum á FSF.fo.