Eimskip fer nú í fasta sigling til Aalborg

vinna01-03-2021 - 12:13 - Jóanis Nielsen

 EIMSKIP hevur gjørt avtalu við havnina í Aalborg, sum inniber at Eimskip í framtíðini fer at sigla í fastari rutu til Aalborg.

Tænastan inniber, at avtalan millum VSA (Vessel Sharing Agreement)  og Royal Arctic Line, sum byrjaði seinast í 2020 og Nuuk, kemur at vísa veg til eitt styrkt rutusamband í Norður-Atlantshavinum, við skipasambandi hvørja viku.