Nýggjastu


Eiler skrivað sáttmála

ítróttur05-12-2019 - 08:29 - Jóanis Albert Nielsen

07 Vestur: Eiler Fróðason skrivaði eisini sáttmála við 07 Vestur í vikuni. Einans 16-ára gamli sandavágsmaðurin hevur longu spælt 7 dystir á besta liði, íroknað fyrsta dystin í august móti javnleikinum móti Víkingi.

Eins og stórur partur av hópinum, og eisini bróðurin, Dann, er Eiler uppvaksin í 07 Vestur og SÍF. Mesta partin av tíðini hevur hann spælt í miðverjuni, og har hevur hann eisini fingið nakrar dystir undir liðini á bróðrinum, á besta liði.

Vit gleða okkum at síggja meira til, at enn ein av okkara yngru fer at taka kampin upp um eitt pláss á besta liði okkara.