Frá vinstru: Petur, Eileen og Gert

Eileen doypti nýggjasta Maersk skipið - Petur er skipari

Vinna10-01-2018 - 09:38 - Jóanis Albert Nielsen

Tann 4. januar fekk Maersk sítt nýggjasta skip, tá ið Marseille Maersk bleiv handað felagnum. Tað var føroyska Eileen Hansen ættað úr Trongisvági, men búsitandi í Danmark, ið doypti skipið. Maðurin hjá Eileen, Gert Poulsen er dani og maskinstjóri á nýggja skipinum. Gert hevur búð í Korea meðan skipið er bygt, og í eitt ár hevur Eileen saman við báðum syninum eisini búð har.

Tað er DSME Shipyard skipasmiðan í Korea ið hevur hevur bygt skipið, talan er um 6. Skipið av íalt 11 sum skipasmiðjan skal byggja fyri Maersk. Talan er um nøkur av heimsins størstu skipum tey eru 399 metrar long og 58,6 metrar breið. Skipini taka 20.568 bingjur, sum eru 20 fót.

Skiparin á Marseille Maersk er eisini føroyingur, talan er um Petur Madsen, sum er úr Kvívík, og búsitandi í Havn.

Marseille Maersk er heimahoyrandi í Keypmannahavn, manningin verður 26 mans.

Nú tað 6. skipið er yvirtikið eru tað 5 føroyskir skiparar á teimum, sum jn.fo veit um, vit skrivaðu í fjør 4 skiparar - allir ættaðir úr Sandavági - verða skiparar á nýggjastu skipunum hjá MAERSK. Eisini eri Jón í Gong og Stig Hansen maskinstjórar umborð á Milian Maersk. Erhard Muller er maskinstjóri umborð á Munich Maersk.