- Eg veit hvat fólk eg fái við fyri tað lønina

Politikkur12-12-2017 - 09:12 - Jóanis Nielsen

Ja dagurin í dag verður ein spennandi dagur, har ið greiða fæst á um fiskivinnan verður jarðað ella sleppur at forseta at liva.

Táð ið tosað hevur verið um fiskivinnuna hevur tosið bert snúð seg um uppisjóvarvinnuna og ein lítlan part um Barentshavið.

Jú tað er har ið pengarnar liggja í løtuni, so áhugin fyri teimum er størstur.

Tað undrar meg stórliga at ongin tekur okkum heima/botnfiska flotan upp á tungu - Vit eru gloymdir burtur millum 100-tals tonsini av polittiskur “rossamakrelum”.

Kemur hendan nýskipanin (les avskipanin) ígjøgnum verður standurin ringur.
Vit hava í áratíggir reypað okkum av at vit eiga so góðar føroyskar navigatørar,maskinmenn og aðrar leiðandi persónar umborð á havgangandi førum. Og sannheit er tað. Men hvaðani eru teir komnir? Jú teir eru komnir úr føroysku fiskivinnuni serliga botnfiskivinnuni á heima- og fjarleiðum.

Men hettar verður alt søga kemur hettar forkstuliga øvundsjúku uppskot ígjøgnum.
Lønin hjá flestu sjómonnum fer niður við eini 25-40% og hjá nøkrum við 100%

Mannskapsparturin hjá okkum fer at liggja um tey 600.000 í ár.

Tvs. at ein dekkari hevði fingið 600.000 um hann varð við allar túrarnar.
Vit ganga skiftið, yvirmenninar 2-2 og kokur/dekkarar 2-1.
So ein dekkari tjenar 400.000 í ár. Táð hevur makrelparturin givið 100.000 í manskapspart.
Makrelin missa vit eftur uppskotinum, so har reyk dekkaraparturin niður 333.000 kr.
Eg veit hvat fólk eg fái við fyri tað lønina.

So mín inniliga áheitan á tykkum tingfólk er, at tit fella hettar uppskotið. Farið gjøgnum øll hoyringsskriv, finnið ein reyðan tráð og arbeiði har útfrá.

NB:
Fólkið er við at fara í tvíningar av hesum uppskotið.

Jóhan Eli L. Poulsen