- Eg vænti at vit kunnu flyta tingini nokkso langt tann rætta vegin

ítróttur13-04-2018 - 18:26 - Jóanis Albert Nielsen

Í februar setti 07 Vestur Svenn Olsen ið fulltíðartstarv afturat Jens Erik Rasmussen. Svenn er ein maður við nógvum royndum, og hevur hann verið venjari fyrst í GÍ og síðani Víkingi. Nú skal hann fyrstu fer royna seg í einum felagi, ið er uttanfyri Víkinga umráðið. 

Hvat gjørdi, at tú valdi at søkja starvið hjá 07 Vestur? 

- Eg helt tað verða ein spennandi og avbjóðandi uppgáva, og tað var tað sum gjørdi at eg valdi at søkja starvið. Eg sá ein møguleika í felagnum. 

Hvat hevur tú gjørt, áðrenn tú komst til 07 Vestur? 

- Eg havi verið ungdómsvenjari í 18 ár, afturat tí havi eg eisini verið rundan um vaksamannafótbólt. Bæði sum 2. lið venjari hjá Víkingi og hjálparvenjari í táverandi EFFO-deildini. Eg havi vant 1. deild kvinnur og havi eg eisini royndir sum ungdómslandsliðsvenjari.  

Hvussu er at koma til eitt nýtt felag? 

- Tað er nokkso avbjóðandi, tað eru nýggir kulturar og nýggj fólk. Tað verða aðrir mátar at hugsa uppá, og tá ið felagið hevur sett meg í starv so má tað verða tí at felagið vil hava nakað av mínum hugsanum inn. So tað er nakað við at man skal skrúða uppá nakrar knoppar, og summi fólk skulu broyta hugsjónir og hugburð til nøkur ting. Nøkur ting skal man eisini venja seg við at varvarda, ið er fest í nærumhvørvinum. Tað er avbjóðandi á tí persónliga planinum við tað at tú arbeiðir nógv við hugburðum. So er tað sjálvandi eisini innihaldi í venjingunum, tað er kent fyri meg. 

Nýggj fólk síggja ofta hvat eitt felag hevur gjørt rætt og skeift, hvat heldur tú felagið hevur gjørt rætt?

 - Felagið hevur gjørt nógv ting røtt, men eg haldi tað er skeift at býta tað upp í skeift og rætt. Felagið hevur gjørt nógv ting rætt, sum at byggja á nærumhvørvi, og er aktivt í nærumhvørvinum. Felagið hevur tey røttu virðini at byggja á við at menna børnini sosialt og fótbóltmessina. Tað sum eg haldi kann gerast eitt sindur øðrvísi er hvat fokus man skal hava í venjingunum, also hvørji ting tað er vit skulu undirvísa børnunum í. 

Hvat fyri fokus ella broytingar ætlar tú at broyta í venjingunum? 

- Tað verður at fáa venjingarnar at hava eitt og sama innihald ígjøgnum fleiri árgangir, soleiðis at man byggir upp frá grundini av, og at dugnaligagera venjarnar í felaginum sum gera eitt stórt arbeiði. Men ofta tá ið man er óroyndir ella ikki hevur nakran at hjálpa sær verður man í iva hvønn veg man skal fara. Tað er so nakað við at smalka eitt sindur um venjingarnar og hava meira fokus á nøkur fá ting og blíva dugnaligur til tað, og tað er serliga á tí tekniska økinum. 

Hevur tú lært nakað nýtt nú tú ert komin í eitt nýtt felag? 

- Ja eg haldi man lærir nakað nýtt hvønn dag, og man fær brúkt tað eitt sindur. Nú hava eg bara verið her í 5 vikur so tað er avmarka hvat eg havi lært. Men jú man lærir allatíðirnar nakað nýtt, og man sær aðrar mátar, sum tey lokalu her gera tingini uppá. Nakað av tí kann man brúka víðari, og nakað skal man skrúða eitt sindur uppá. Tá ið man arbeiðir við menniskjum er nógv at læra altíð. 

Dámar tær væl starvið í 07 Vestur? 

- Ja eg haldi at tað er sera spennandi og síggi ein stóran møguleika í felagnum. Eg vænti at vit kunnu flyta tingini nokkso langt tann rætta vegin tey næstu árini. Eg eri væl móttikin av fólkunum her vestri. Fólkini ynska tað besta fyri felagið, og tað er gott grundarlag at byggja á. 

Er tað hugsandi at tú fert at halda fram í fleiri ár? 

- Ja tað er tað, eg dugi ikki at síggja nakra forðing í hví eg ikki skuldi gjørt tað.