Eg hevði blandað meg uppí

Politikkur01-06-2019 - 18:00 - Jóanis Albert Nielsen

Hevði eg verið valdur á fólkating, so hevði eg avgjørt lagt meg út í danskan politikk.

Ikki tað, at eg hevði blandað meg upp í alt møguligt – hvussu danir skipa seg fíggjarliga, ella hvussu teirra ferðslulóg sær út o.s.fr.

Men tá ið tað kemur til nógv hugsjónarlig ting, sum fara um landamørk og eisini hava ávirkan á okkum í Føroyum – vit eru so tætt knýtt at Danmark í mangar mátar – so haldi eg avgjørt, at vit eiga at gera vart við okkum.

Eg hugsi um nógv mál, eisini á tí sokallaða etiska økinum, har eg haldi, at danir eru farnir út at koyra. Hugsi um abort ella fosturdráp. Tað kjakið hevði eg avgjørt blandað meg uppí.

Og tá ið vit hugsa um, hvussu álvarsamir spurningarnir í sambandi við m.a. fosturdiagnostikk eru. Allir teir møguleikar, vit í dag hava, m.a. at velja tey brekaðu frá og at útrudda Down Syndrom, og í dag tosa fólk í ramasta álvara um at gera tað loyviligt at kunna velja, hvat kyn barn títt skal hava. Hetta eru so ósigiliga óhugnaligir spurningar, at tað er undrunarvert, at tað ikki verður fokuserað nógv meira upp á teir.

Og so hugsi eg um hesa kynsleysu ideologiina, sum er farin um vesturheimin, og eisini hevur smittað av her hjá okkum. Ta stóru vanlukkuna við hjúnabandslógini, sum Tjóðveldi, Framsókn og Javnaðarflokkurin førdu inn yvir okkara tjóð.

Og so hetta vitleysa, sum eitt valevni, sum nú stillar upp fyri Tjóðveldi, hevur lagt fyri tingið – at tú sjálvur skalt kunna velja, hvat kyn tú ert.

Hetta eru so álvarsligir spurningar, at sjálvandi hevði eg gjørt vart við meg í slíkum spurningum – eisini á Fólkatingi.

Jógvan á Lakjuni