- Eg havi einki problem við tað at skipið hjá okkum er blivið 48 ár

Vinna12-01-2019 - 08:25 - Jóanis Albert Nielsen

Gamlar dangur, jú tað finnast eisini nýggjar dangur, undarligt at baði fólkavaldir polittikkarar og val útlærd fólk snakka um gamlar dangur, tey vita ikki hvar orið danga stavar frá, sjálvur havi eg einki problem við tað at skipið hja okkum er blivið gamalt 48 ár, haldi sjálvur tað er rímiliga val rikið, vit klára at frista 15-16 tons um døgni, við sama kvaliteti sum teir nyggju norski línubatarnir í kosta 150 mill. Fiskurin verður bløggaður við rullina, eftir at hann er útbløddur verður hann heysaður, síðani kruvdur, so vaskaður, so sorteraður í fristarnar, og fristur niður í -20 -22 gradir, so í lastina, sum liggur á uml -25g. Tit snakka bara um at byggja nýggj skip fyri at kunna virisøkja, hettar er tað sum allir fristibatarnir í Noregi og Føroyum gera, skal man nú finna uppa djúpa talerkin einaferð afturat. Havi ein góðan dag øll somu, skrivar Hjaltur Poulsen.