Eftirlitsmyndugleikin og tilbúgvingin má styrkjast alt fyri eitt

politikkur20-07-2019 - 15:09 - Jóanis Nielsen

Nú kunnu vit aftur lesa um dálking í Vágsbotni, og eru tað lítið hugaligar myndir, ið verða bornar okkum lesarum, og er tað væl skilligt, at Mortan Johannessen og aðrir við honum geva ilt av sær.

Ymsar dálkingar hava verið runt um oyggjarnar við jøvnum millumbili, tey farnu nógvu árini.

Til alla lukku, hevur ongin álvarsom dálking verið.

Havnarvág er ein fantastisk perla, men tað krevur, at hon verður hildin, og at øll óhumska ikki fær loyv at renna beint á sjógv.

Tað eru nógvir bátaeigarar, ið klaga um, at skrokkurin á batinum er so skitin, tá ið hann verður tikin upp, at ein skuldi trúð, at teir høvdu siglt í olju.

Eg skal ikki peika á nakra ávísa dálkingarkeldu, men tað kundi verið áhugavert at fingið staðfest, hvar dálkingin stavar frá, og so fingið tikið hond um hetta.

Í fyrsta umfari skuldu tey, sum dálka fingið álagt strangar treytir fyri teirra virksemi, og í øðrum lagi, skuldi munagóðar bøtur verið givnar, um so er, at treytirnar ikki verða fylgdar.

Um eitt skip bunkrar, og olja fær loyvi at renna á sjógv, skuldi hetta verið sekta við einari stórari upphædd, og ikki bert nøkrum fáum túsund krónum.

Í mínum virki á sjónum, havi eg verið við til hundratals um ikki túsundtals lastingar og bunkringar av olju, uttan at nakað er farið í havið, so tað er eisini ein spurningur um at skipa seg rætt, tá ið bunkra verður.

Ein rímiliga bílig loysn er, at leggja eina oljusperring runt skipið, áðrenn byrjað verður at bunkra. Um so eitt óhapp hendir, er lættari at taka oljuna upp, og hon spreiðir seg ikki.

Um so er, at óhapp ella vanlukkur henda, skulu vit sjálvandi hava eina so góða tilbúgving sum gjørligt.

Vit liggja sera fjarskotin, so tað er alneyðugt, at vit sjálvi eru før fyri at taka hond um hetta.

Hugsið tykkum til um eitt av stóru ferðamannaskipunum liggur og rekur fyri vág og vind í Nólsoyarfirði.

Ein tilkandi bumba, eru eisini tey vrak, ið liggja sokkin kring oyggjarnar, fleiri av teimum við eini ókendari nøgd av olju í tangunum.

Hvør minnist ikki Olshanu, ið sakk, og eru tað fleiri við henni.

Vit skulu eisini tora betri at kanna eftir um tey skip, sum vitja okkara firðir, halda seg til galdandi lóggávu.

Eg hugsi um brúk av olju við røttum svávul innihaldi, brúk av incinerator ( brenniovni ) umborð, skiftan av barlasti vatni, røtt burturbeining av burturkasti osfr.

Tá ið eg verði valdur á ting, vil eg arbeiða fyri at styrkja okkara eftirlitsmynduleika, og geva teimum góð kor at arbeiða undir.

Eisini vil eg gera mítt fyri, at vit kunnu hava eina lítaleysa tilbúgving, um vanlukkan hendir.


Vónandi kann hetta vera við til at minka um dálking kring allar Føroyar, og ikki minst gera okkum før fyri at traðka til í neyðstøðu.

Jens Heri Bolstad Mortensen

Valevni fyri Sjálvstýri

Santos felti, Brasil