Eftirlitið virkar

politikkur20-10-2021 - 17:58 -

Almennir eftirlitsstovnar fáa innlit í øll skjøl, eisini innanhýsis skjøl, hóast almenningurin ikki fær tað. Hetta segði løgmaður millum annað í svari til munnligan fyrispurning frá Bjørt Samuelsen, tingkvinnu, um innlit í innanhýsis arbeiðsskjøl í fyrisitingini.

Spurningurin hjá Bjørt Samuelsen snúði seg ítøkiliga um tilmælið, sum fyrisitingin í Fiskimálaráðnum hevur givið landsstýrismanninum í fiskivinnumálum í sambandi við útluting av fiskirættindum.

Her er talan um innanhýsis arbeiðsskjøl, og tí hevur almenningurin ikki krav uppá innlit í málið, sigur løgmaður.

“Fyri at fyrisitingin kann virka optimalt, er neyðugt, at eitt frítt samskifti er millum landsstýrismannin og fyrisitingina, har ikki alt kemur út til almenningin. Verður tilfar sum framkemur í hesum sambandi ikki hildið innanhýsis, kann hetta tyngja fyrisitingina,” segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Tað er møguligt at biðja um meirinnlit, men tá skulu vanliga vera góðar orsøkir til at víkja frá vanligu innlitsreglunum, leggur hann afturat.

Hinvegin hava eftirlitsmyndugleikar, sum Landsstýrismálanevndin í Løgtinginum og Løgtingsins Umboðsmaður, rætt til at fáa innlit í øll skjøl, soleiðis at teir kunnu hava eftirlit við fyrisitingini.

Tí er tað ongantíð soleiðis, at fyrisitingin kann virka ótarnað, uttan at nakað eftirlit er við henni.

“Eftirlitið hevur allar fortreytir fyri at virka,” sigur Bárður á Steig Nielsen.