Einmælt samtykt at steðga við verkætlanini at byggja kirkjugarð Úti á Bakka

politikkur18-05-2020 - 19:50 - Jóanis Nielsen

Á fundi í Vága kommunu í kvøld, var einmælt samtykt at steðga við verkætlanini at byggja kirkjugarð Úti á Bakka í Sandavági.

Í apríl í 2018 samtykti býráðið í Vága Kommunu at fara undir at gera nýggjan kirkjugarð Úti á Bakka í Sandavági. Nógv fólk dáma ikki, at kirkjugarðurin verður lagdur har, eisini hevur verið tosað um kostnaðin, at tað fór at krevja nógvan pening, um nýggjur kirkjugarður, skal gerast Úti á Bakka.

Í mars í ár vórðu undirskriftir samlaður, sum heldur mæla til aðra loysn (Sí viðheft her niðanfyri) - samlaðar vóru 448 undirskriftir, sum er áleið 67% av teimum ið hava vælrætt í Sandavági, undirskriftirnar vórðu handaðar borgarstjóranum 20. mars í ár.

Í kvøld hevur býráðið so einmælt samtykt at steðga við verkætlaniini at byggja kirkjugarð Úti á Bakka.

Les HER.

Les eisini HER.