Edmund Joensen fingið fleiri álitissessir

politikkur11-08-2019 - 13:41 - Jóanis Nielsen

Í vikuskiftinum hevur danski Vinstra flokkurin hildið summarfund, har allir nevndarsessir skuldu avgerast og mannast. Sambandsflokkurin hevur samstarvsavtalu við Vinstra, tískil var Edmund tilstaðar á summarfundinum har sessirnir vóru mannaðir. Á fundinum var avgjørt at Edmund Joensen gerst formaður í Føroyra nevndini og næstformaður í Arktisku delegatiónini. Eisini var avgjørt at hann gerst limur í Norðurlandaráðnum, sum hevur við sær at Føroyar nú fær eitt eyka umboð í Norðurlandaráðnum, umframt teir tveir sessirnir Løgtingið mannar.

Umframt hetta verður Edmund limur í Grønlands nevndini, og Udenrigspolitisk Nævn sum var avgjørt fyri tíð síðani.

Edmund Joensen