Earth Hour - Føroyingar raskari at sløkkja ljósið

mentan31-03-2020 - 14:45 - Jóanis Nielsen

Munandi fleiri enn vanligt sløktu ljósið í ár í sambandi við árliga tiltakið Earth Hour, ella tíma jarðarinnar.


Seinastu árini hevur sæst ein lítil munur í eftirspurningi eftir elorku frá SEV hendan tíman, tá húsarhald og fyritøkur sløkkja ljós og onnur tól, og kommunur sløkkja gøtuljós v.m. Í 2019 fall elframleiðslan við 1,65 MW hendan tíman.

Í ár fall framleiðslan við 4,78 MW millum 20.30 og 21.30. Umroknað til kWt svarar hetta til elnýtsluna hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi í eitt heilt ár.

Earth Hour byrjaði upprunaliga sum ein áminning á fólk um at geva náttúruni gætur og m.a. minka um elnýtsluna fyri at verja umhvørvið. Síðani tiltakið byrjaði í 2007 er framleiðslan av elorku kring heimin vorðin munandi meira burðardygg, men tiltakið er tó ikki minni viðkomandi av teirri orsøk. Earth Hour verður nú nýttur til at heita á fólk um at virða náttúruna sum heild, og í ár hevur dagurin eitt nú verið nýttur sum høvi at varpa ljós á ljósdálking, sum kann vera til ampa fyri fuglar.

”Hóast elframleiðslan er væl meira burðardygg í dag, enn tá Earth Hour tiltakið varð sett á stovn, eru vit enn ikki komin heilt á mál. Men eisini tá elframleiðslan er vorðin 100% burðardygg, fer at verða neyðugt at minna fólk á at nýta el við skili, fyri at sleppa undan óneyðugum útbyggingum, og í heila tikið at fara væl við náttúruni”, sigur Hákun Djurhuus, stjóri á SEV.

Elframleiðslan í tíma jarðarinnar var 36 MW, og av teimum vóru 86 prosent burðardygg orka, harav ávikavist 79 prosent vatnorka og 7 prosent vindorka, meðan oljan stóð fyri 14 prosentum.