Dystur í dystinum

ítróttur16-06-2019 - 13:09 - Jóanis Albert Nielsen

HSF: Dysturin móti Danmark kann fáa týdning fyri, hvørja kapping Føroyar skulu taka lut í í 2021.

Heimsmeistararnir eru stórfavorittar í annaðkvøld, men føroysku leikararnir hava nógv at stríðast fyri.

Tað er nevnliga soleiðis, at trý tey aftastu liðini í hesi EM-undankappingini sleppa ikki beinleiðis til EM-undankappingina næstu ferð, men skulu spæla eina niðurflytingarrundu, fyri at vera við millum tey bestu.

Slovakia, Finnland og Estland hava einki stig fingið í bólkaspælinum, meðan Belgia og Føroyar hava fingið hvør sítt stig. Slovakia er vertur fyri EM-endaspælinum í 2022 og er tí tryggjað. Tað merkir, at kappingin helst stendur millum Belgia og Føroyar, sum bæði hava eina málúrtøku á minus 33 mál. Tí fara júst málini at hava týdning í dystinum móti Danmark. Ella kunnu Føroyar bara vinna sær stig móti heimsmeistarunum.

Finnland skal royna seg móti Hvítarusslandi í morgin, Estland skal dystast móti Slovenia og Belgia skal hitta Kroatia.

Dysturin millum Føroyar og Danmark í morgin, sunnudag, byrjar klokkan 17.00 føroyska tíð. Til ber at síggja dystin í Kringvarpi Føroya ella hoyra dystarfrásøgn á FM1.