Mynd: Dávur Joensen

Dýrindal fekk trolposan um skrúvuna

Vinna24-06-2018 - 12:02 - Jóanis Albert Nielsen

Brimil kom beint áðrenn midnátt í gjárkvøldið á Fuglafjørð við trolbátinum Dýrindal.
Dýrindal hevði fingið trolposan um skrúvuna,seinnapartin í gjár, meðan teir vóru til fiskarí á landleiðini eystanfyri.
Kavarar frá Brimli skóru av skrúvuni og um eittíðina í nátt fór Dýrindal avstað aftur, skrivar Vørn.