Dynamit-sangir í Norðurlandahúsinum

mentan21-03-2018 - 17:11 - Jóanis Nielsen

Tað skuldi ikki borið til, men nú hendir tað: Dynamit-sangir verða spældir við fullum útblástri í Norðurlandahúsinum



Leygardagur 28. apríl verður ein søguligur dagur. Tá hendir nakað, sum eingin helt kundi lata seg gera. Tá verða Dynamit-sangir spældir við fullum útblástri í Norðurlandahúsinum í Havn.

Dynamit er eitt óynskt barn í føroyskum tónleiki. Teir verða ikki nevndir við einum orði í føroysku tónleikasøguni, ummælarar hava niðurgjørt teirra útgávur og framførslur, og eingin kundi funnið upp á at bjóða teimum við til tey fínu tiltøkini.

Men sangirnir hjá teimum liva millum fólk – ja, sum ongantíð áður. Grøv nummar 13, Til allar kvinnur, Ein vátur og kaldur drongur, Hví gongur Tom altíð skít?, Frensurin hjá Óla og Bangin.

Niclas Heri Jákupsson, oddamaður í Dynamit, er vertur fyri tiltakið »Vit vilja ongantíð doyggja«, sum verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 28. apríl. Niclas Heri fer at undirhalda við stuttligum søgum og øðrvísi eygleiðingum, og hann fer saman við bólki at framføra nakrar av kendastu Dynamit-sangunum í mentanarháborg Føroya.

Kvøldið verður merkt av hugna, skemti, undirhaldi og jaligari orku, og allir festligir føroyingar eru vælkomnir at verða við. Hetta er ongantíð hent áður og hendir neyvan aftur – tað verður ein uppliving fyri lívið!


Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuninlh.fo