Drive-in konsert á Flúgvarabedingini í kvøld

mentan24-04-2020 - 16:23 - Jóanis Albert Nielsen

Í kvøld klokkan 20 fríggjakvøldið fer Teitur á pall. Talan verður um eina drive-in konsert á Flúgvarabedingini. Teitur hevur hóskandi just latið úr hendi EPina “Modern Era”. Eftir ætlan skuldi hann verið á konsertferð í løtuni, men sum mangt annað mátti tað víkja fyri at koronastøðuni.

Nýggjar tíðir krevja nýggj hugskot. Konsertin er skipað eftir ráðgeving frá koronaráðgevingini, og tí eru fyrivarni ið mugu takast. Bilar kunnu koma inn á økið frá klokkan 18. Neyðugt er at sløkkja luftskiftisskipaninar, so bilurin ikki tekur luft inn, eins og vegleitt verður hvørji vindeygu skulu rullast niður, alt eftir ættini. Neyðugt er, at øll halda seg inni í bilinum. Eisini mugu áskoðarar taka egið poppkorn og sisu við, einki verður selt á staðnum.

Atgongumerki fáast til keyps frá klokkan 18 á Flúgvarabedingini við Sørvágsvatn/ Leitisvatn.