Føroyska U17-liðið, ið byrjaði á vøllinum ímóti Finnlandi - Mynd: Josva Thomsen.

Dreingir U17: Tepurt tap fyri Finnlandi

ítróttur02-08-2017 - 09:23 - Jóanis Nielsen

FSF:Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti eisini næsta dystin í NM-kappingini í Íslandi. Finnar vunnu 2-1. Hanus Sørensen skoraði einsamalla føroyska málið.

- Hetta var eitt gott liðavrik, sum eg – hóast vit taptu – eri sera væl nøgdur við. Fleiri av spælarunum tóku ábyrgd beinanvegin, meðan restin fylgdi væl við. Eg kann bara rósa spælarunum eftir hendan dystin, sigur Thomas Thinggaard, U17-landsliðsvenjari.

Føroyska liðið fekk av álvara uppreisn ímóti Finnlandi, eftir at hava tapt stórt fyri dønum í fyrsta dystinum í NM-kappingini í Íslandi. Finnar vunnu 2-1, eftir 1-0 leiðslu í steðginum.

Føroyska málið skoraði Hanus Sørensen, ið til dagliga spælir í danska FC Midtjylland, tá tíggju minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki. Dómarin dømdi brotsspark, og Hanus var tryggur úr ellivu metrum.

- Tíverri fekk Finnland tvey heldur tilvildarlig mál, og serliga í fyrra førinum, tá finnar skora, haldi vit okkum eiga fríspark. Vit spæla okkum annars til fleiri málmøguleikar, men í avgerandi løtum eru vit tíverri ikki nóg neyvir, sigur Thomas Thinggaard við heimasíðuna hjá FSF.

Í dystinum millum Danmark og Svøríki, sum eru í sama bólki sum Føroyar, gjørdist úrslitið 1-0 til Danmark. Hósdagin klokkan 15:00 skulu okkara dreingir spæla ímóti svium.

FØROYAR

1. Bjarti Vitalis Mørk (M), 4. Meinhard Debes Geyti, 5. Regin í Geil Jacobsen, 6. Elias El Moustage, 7. Hanus Sørensen, 8. Símun Sólheim, 10. Óli Ey. Poulsen, 11. Jóhann H. Joensen, 13. Bárður Ó. Jensen, 14. Áki Hentze og 17. Sveinur Lava Olsen (L).

Eykaleikarar

12. Peter Bergmann Hansen (M), 2. Petur Ovi Hjaltalin Dam, 3. Sámal Jákup Jóhannusarson, 9. Leivur Guttesen, 15. Pætur Eliasen, 16. Aleksandur Ó. Jensen og 18. Andrass Johansen.