Dráttur fær í kvøld vitjan av KÍF

ítróttur10-02-2020 - 17:40 - Jóanis Nielsen

Meistaradeildarflogbóltur mánakvøldið:

Kvinnur:
Steypafinalan reyk hjá Drátti og KÍF, men FM-finalan er enn í eygsjón hjá báðum liðum. Mánakvøldið kl. 19 bresta kvinnurnar úr Drátti og KÍF saman á Giljanesi. Dráttur er nr. 2 á stigatalvuni - 3 stig aftanfyri Mjølnir á fremsta plássi og 3 stig frammanfyri KÍF á triðja plássi.

Menn:
Mánakvøldið kl. 20 er dystur í Meistaradeildini hjá monnum í stórhøllini í Havn, har steypafinalistarnir úr Mjølni vitja Fleyr, sum leygardagin tapti javnbrótaran ímóti SÍ um plássið í steypafinaluni. Hjá Fleyr fer skjótt at verða síðsta útkall til finalupláss í FM-kappingini, har liðið liggur aftast – 10 stig aftanfyri SÍ, sum er nr. 2.