Nú ber til at síggja allar dómaraseðlar á heimasíðuni hjá FSF.

Dómaraseðlar tøkir á heimasíðuni

ítróttur28-07-2017 - 10:42 - Jóanis Nielsen

Nýggja skrásetingarskipanin hjá FSF ger, at nærum beinanvegin dystir eru liðugt spældir, eru dómaraseðlarnir tøkir á heimasíðuni.

eina tíð hevur verið arbeitt við at gera eina nýggja skrásetingarskipan til alt virksemið hjá Fótbóltssambandi Føroya. Skipanin varð tikin í brúk undan kappingarbyrjan í ár, og er nú so gott sum liðug.

Kappingar, dystir, spælarar, venjarar, dómarar og annað verður skrásett í skipanini, sum er ment í Kroatia og kallast ”Comet”. Millum annað eru allir dómaraseðlar talgildir, og hetta hevur við sær, at nú ber ikki til hjá feløgum at brúka spælarar, ið ikki eru skrásettir framman undan.

Tað er nú eisini skjótari at fáa hendur á dómaraseðlum. Nærum beinanvegin dysturin er spældur, og dómarin hevur innskrivað mál, kort, inn- og útskiftingar, og ”endað” dystin, er fullfíggjaður dómaraseðil tøkur á heimasíðuni hjá FSF, undir tí kapping, sum dysturin er spældur.