Dimmalætting sum øðrvísi netmiðil

mentan21-08-2017 - 14:26 - Jóanis Nielsen

Í morgun kom Dimmalætting á internetið sum ein øðrvísi tíðindamiðil, har alt tilfarið í sjálvum blaðnum verður tøkt

Dimmalætting hevur verið á netinum seinasta árið, men alt tilfarið hevur ikki verið tøkt. Umframt at kunna lesa styttri ókeypis tilfar, ber nú eisini til at tekna serstakt nethald, sum gevur tær atgongd til longru greinarnar, ið higartil bara hava verið tøkar í blaðnum. Verandi haldarar av blaðnum hava eisini fulla atgongd til alt tilfarið á netinum.

Miðlabrúkarin eftirlýsir í dag tilfari, sum fer meira í dýpdina. Hetta hevur Dimmalætting tikið til sín, og tað sæst aftur á nýggju heimasíðuni, sum Dimmalætting hevur latið upp í morgun.

Síðan Dimmalætting kom á gøtuna aftur í 2014, var eitt aðalmál at framleiða øðrvísi journalistikk enn tann, sum sæst aftur í tí vanliga tíðindaflutninginum. Dimmalætting setir ikki tey vanligu mørkini fyri longd á greinum, men ynskir heldur, at øll søgan verður søgd – hetta myndar framvegis blaðið, men verður nú eisini at síggja á netinum, og tað ger Dimmalætting sum einasti netmiðil í landinuml, tað verður sagt í tíðindaskrivi frá Dimmalætting.