Dimma.fo sæst ikki longur á portal.fo

21-09-2020 - 22:02 - Jóanis Albert Nielsen

Frá í dag at rokna vera greinarnar hjá Dimmalætting bara at finna á heimasíðuni hjá blaðnum, www.dimma.fo.

Eftir at blaðið hevur samstarvað við Portalin um tilfar og lýsingar í nøkur ár, er leiðslan á Dimma­lætting kom­in til ta niðurstøðu, at tað er rættast og best, at heimasíðan hjá fyritøkuni, á sama hátt sum blaðið, stendur á egnum beinum. Tí loysir dimma.fo frá portal.fo í dag.

Málið hjá Dimmlætting er at framleiða óheftan og álítandi journalistikk við støði í redak­tion­ella grundstøðinum hjá blaðnum, sum var almannakunngjørt um ártúsundskiftið, og heima­síð­an fer sjálvandi at koyra eftir júst somu grund­regl­um.

Sum ein avleiðing av avgerðini, at heimasíðan skal standa á egnum beinum, hevur blaðið sein­astu tíðina ment eina nýggja heimasíðu, og hon verður tikin í brúk í dag.

Hóast heimasíða og blað hanga óloysiliga saman, so hevur Dimmalætting størri ætlanir við heimasíðuni enn, at hon bara skal vera eitt avrit av blaðnum. Ætlanin er, at hon skal vera ein sjálvstøðugur miðil, og tí fara vit eisini at síggja tilfar á heimasíðuni, sum ikki er í blaðnum.

Í hesum sambandi er Sigurjón Einarsson, sum er bachelor í sosialvísindi og jour­nalistikki frá universitetinum í Roskilde, settur at taka sær av heimasíðuni hjá blaðnum.

Sigurjón hevur arbeitt við talgildum miðlum bæði í Føroyum og í Danmark, og eisini við videoframleiðslu. Tí verður hetta eisini nakað, sum vit fara at síggja meira til á nýggju útgávuni av dimma.fo.

- Skalt tú sum miðil klára teg í talgildu kappingini, so mást tú hava nakað afturat, nakað sum hinir miðlarnir ikki hava, og tað fara vit eisini at leggja okkum eftir. Alt hendir ikki eftir einum degi, men vit hava gjørt av at brúka orku uppá at menna dimma.fo sum miðil, og vit vóna sjálvandi at bæði lesarar og lýsarar fara at brúka henda møguleikan, sigur Sveinur Tróndarson, ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting.