Derhard: - Hevði eg bara vunnið eina millión

mentan23-02-2018 - 13:33 - Jóanis Nielsen

VESTURKIRKJAN:- Kirkjan hevur tann besta boðskapin á jørð at bera heiminum. Avbjóðing okkara er at fáa menniskju í talu, sigur Derhard Jógvansson, prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.


Sunnudagin kl. 11 skal hann enn einaferð á prædikustólin í Vesturkirkjuni at prædika yvir dagsins tekst til 2. sunnudag í føstu.

Ynskið hjá einumhvørjum presti er sjálvandi, at fólk skulu koma til gudstænastuna at hoyra Guds orð boðað, soleiðis at tað kann skapa eitt forvitni. Men tann stóri spurningurin og tann stóra avbjóðingin er altíð, hvussu ein skal bjóða fólki í kirkju, og hvussu fær ein fatur á fólki?

Júst hetta hevur eisini verið ein spurningur sum Derhard hevur ynskt at gera nakað við og geva sítt boð uppá.

Hann er fult vitandi um, at fólk gera nógv brúk av teimum sosialu miðlunum, til dømis Facebook. Hesa vitanina hevur hann tí valt at gera nakað við, snøgt sagt við at brúka henda miðilin at røkka fólki – og kanska eisini nýggjum fólki.

- Sjálvur síggi eg tað sum eitt sera gott høvi at fáa boðskapin út á sosialu miðlarnar, sigur Derhard Jógvansson.

Seinnapartin í gjár – hósdag - var soleiðis eitt nýtt uppslag frá presti at síggja á Facebook. Her kom hann við einum brellbita og eini áheitan á ein og hvønn at koma í Vesturkirkjuna at hoyra meiri um ein spurning í dagsins prædikuteksti:

”Um eg vann eina millión krónur, var lívið so betri?”

MIÐLARNIR ERU DAGSINS TORGDerhard Jógvansson vísir á, at vit liva í einari tíð, har fleiri og fleiri brúka meiri og meiri tíð á teimum sosialum miðlum.

Og hann er somuleiðis sannførdur um, at henda gongdin fer helst ikki at broytast stórvegis í nærmastu framtíð.

Men sum hann sigur:

- Sosialir miðlar er ikki bara gott, men hinvegin eru teir heldur ikki bara ringt. Hvussu er og ikki hjá okkum einstaklingum, so eru sosialu miðlarnir í øllum førum eitt høvi.

- Vit kunnu kanska siga, at sosialu miðlarnir eru dagsins savningarstað – ella torg - har hvør kann siga sína meining um eitthvørt, sigur prestur, og leggur í sama andadrátti afturat:

- Kirkjan hevur besta boðskapin á jørð at bera heiminum. Sjálvur síggi eg tað tí sum eitt sera gott høvi at fáa henda boðskapin á sosialu miðlarnar.

MAKI OG EGIN HÚSPrædikuteksturin til sunnudagin er tikin úr evangeli'inum eftir Markus, kapittul 9 og ørindini 14 til 29, um pápan sum kom til Jesus við soni sínum, og sum varð grøddur frá sínum málleysa anda.
Sum ein brellbita til prædiku sína legði Derhard út nakrar tankar um dagsins tekst. Her spyr hann millum annað omanfyri nevnda spurning.

Hann vil eisini hava fólk at hugsa um, hvørt lívið var betri um tey høvdu ein maka, egin hús ella altso áttu eina millión krónur?

- Vit kunnu hava ymiskar hugsanir um, hvat okkum tørvar, soleiðis at lív okkara gjørdist betri, vísir Derhard á.

HOYRA MEIRI Í KIRKJUNI
Fyri Derhard er eingin ivi um, at vit liva í eini tíð, har fólk ikki hava góðar stundir at lesa langar greinar.

- Vit hyggja kanska fyrst eftir eini mynd. Er hon áhugaverd, ja, so lesa vit yvirskriftina. Er hon áhugaverd, so lesa vit víðari.

- Og tað er júst hesa funksjónina sum ein slíkur brellbiti hevur: Á ein heilt stuttan hátt kann hann skapa áhuga fyri at hoyra meira - í hesum førinum við at koma í kirkju at hoyra meira, sigur Derhard, sum leggur aftrat:

- Eg veit ikki um hetta ger nakran mun, men tá ið eg siti og skrivi prædikuna, krevur hesin brellbitin lítla tíð og orku at gera.

Vanliga leggur hann brellbitan út hósdag ella fríggjadag, og mánadag verður ein styttri útgáva av prædikuni løgd út bloggsíðu hansara: derhard.wordpress.com. Og týsdag ella mikudag verður síðani eitt lyklaørindi í prædikuni lagt út.

- Eg síggi hetta sum eina heild í mínum prædikuvirksemi, sigur Derhard Jógvansson at enda.

Orð: Snorri Brend