Delta Seafood tillagar virksemið

Vinna21-01-2020 - 20:30 - Jóanis Albert Nielsen

Í samfull 25 ár hevur Delta Seafood hildið til og virkað á havnarlagnum á Tvøroyri. Øll árini hevur virkið havt alstóran týdning fyri býin og fólkini handan virkið eru við til at mynda leiðsluna í fleiri øðrum feløgum kring oynna og í landinum.

Eitt, ið altíð hevur eyðkent Delta Seafood, er at virkið hevur megnað at fylgt við tíðini. Meðan fleiri onnur virkir eru latin aftur, so hevur Delta megnað at staðið ímóti og styrkt um støðu sína.
Seinasta átakið Delta hevur sett í verk, er at víðka um virksemið sítt, við at gera íløgu í ein sokallaðan “einkultfrystara”. Hetta er ein frystari, ið ger tað møguligt at frysta saltaðu fløkini einkultvís. Magnus Jespersen, stjóri, sigur, at marknaðurin fyri frysta ráv’ru er blivin rættuliga dýrur. Við at gera íløgu í henda frystaran, so fær Delta atgongd til ein stóran marknað, ið virkið annars ikki hevði atgongd til áður.
Neyðugt hevur verið at byggja uppí verandi bygning, soleiðis at pláss bleiv fyri frystaranum. SEV hevur sett eitt transformatortorn upp á staðnum og Tvøroyrar Kommuna hevur lagað keikantin og gjørt undirlendið trygt. Hetta fegnast Magnus um og sigur, at framleiðslan fer í gongd heilt skjótt.
Tvøroyrar Kommuna ynskir Delta Seafood bestu eydnu við nýggju framleiðsluni.
Tey, ið hava hug til at vita meira um Delta Seafood, kunnu lesa vinnutáttin frá 24. mars 2017, tá Tvøroyrar Kommuna vitjaði virkið. Sí her.

Kelda: Tvøroyrar kommuna