Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu stóra granskingarjáttan úr Amerika

03-04-2020 - 14:16 - Jóanis Albert Nielsen

Týsdagin boðaði National Institute of Health í USA frá, at tey umvegis Harvard Universitetið høvdu játtað Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu 4,5 mió. kr. í stuðli til at fremja eina granskingarverkætlan, sum skal lýsa, hvussu immunverjan hjá nýføddum børnum í Føroyum starvar.Verkætlanin er mett at kosta fleiri mió. krónur og varðar í 4 ár. Danska Umhvørvisstýrið hevur av peningi, sum er settur av til granskingarverkætlanir í Arktis, játtað knappliga 1,8 mió. til somu verkætlan.

Les meira her.