Danski staturin fyllir meira í kassan hjá SAS

Vinna08-11-2017 - 16:33 - Jóanis Albert Nielsen

Magni Arge skrivar:
Fíggjarnevndin í fólkatinginum játtaði fyri viku síðan donsku stjórnini heimild at keypa upp til 14,2% av teimum 66 milliónum partabrøvum, sum SAS ætlar at hækka partapeningin við. Meðan Norra og Svøríki helst fara at minka um sín ognarlut, so heldur Danmark fram at seta pengar í felagið, so ognarluturin uppá 14,2% ikki lækkar.

Áðrenn emissiónina eiga danski, norski og svenski staturin saman við svenska Wallenberg-samtakinum 50,2% av skandinaviska flogrisanum, sum ofta hevur verið í fíggjarligum trupulleikum seinastu árini.

Felagið stendur seg betur nú, og danska fíggjarmálaráðið sigur m.a. soleiðis um ætlanina hjá felagnum:

"SAS har igennem en længere periode offentligt tilkendegivet en forventning om, at selskabet vil have et behov for at styrke kapitalgrundlaget fremadrettet. Selskabets kapitalbehov afspejler, at selskabet over de kommende år dels har et større refinansieringsbehov som følge af forfald af en række større gældsforpligtelser, og dels ønsker at gennemføre et ambitiøst investeringsprogram med henblik på at forny selskabets flyflåde."

STRATEGISK ÆTLAN
Sostatt er líkt til, at danski staturin tekur strategisku ætlanina fyri danska flogferðslu í álvara, sum varð løgd fram í summar. Í henni verða atlit tikin bæði til flogfeløg og -vøllir.

Í Føroyum tykist ongin hava nakra samlaða ætlan fyri menning av flogferðsluni. Tað skuldi annars ligið væl fyri, tí landið eigur allan partapeningin í báðum feløgunum, sum reka flogfelagið og flogvøllin.

Passar tað, at Vága Floghavn hevur keypt og rinda fyri RNP 0.1 innflúgvingarskipanina, so fær SAS eisini beinleiðis stuðul úr Føroyum. Tí bara feløg kunnu brúka skipanina, sum hava serliga útgerð og seta í verk serstaka venjing fyri sínar manningar.

Tílíka tænastu fekk Atlantsflog ikki, tá felagið slóðaði fyri menningini av RNP-skipanini í Evropa og flutti reglusemið í flúgvingini til Føroya upp í topp.

Landsstýrið hevur skyldu til at samskipa innsatsin hjá báðum feløgum, so samfelagið fær sum mest burturúr.

Tað gera landsstýrismenn og landsstýrið ikki, um flogvøllurin beinleiðis gevur øðrum fyrimun fram um føroyska felagið, sum røkir flúgvingina hvønn einasta dag í árinum bæði tíðliga og seint. Tí sjálvandi ávirkar tað kappingarførið hjá føroyska felagnum, sum frammanundan hevur skerdar møguleikar at sleppa framat øðrum evropeiskum marknaðum.

Avgjøldini hækkaðu nógv á flogvøllinum, tá flogvallarfelagið var ungt og skuldi undir útbyggingina. Men tann tíðin er farin, og pengarnir fossa inn í vallarkassan. Men avgjøldini eru ikki fallin, og framvegis favoriserar flogvøllurin tey, sum koma úr útlondum mitt á degi – ella í skrivstovutíð. Tí okkara egna felag, við støð í Føroyum, má rinda eyka fyri at fara á flog tíðliga á morgni og lenda út á kvøldið.

Tað er als ongin umbering, tá landsstýrismenn siga seg ikki hava makt at tala við nevndirnar í feløgunum, tí landsstýrið skal sjálvsagt krevja, at tær virka samsvarandi áhugamálunum, sum eigarin hevur ásett.

Tað ber sjálvandi eisini til at skipa eitt holdingfelag, sum kann røkja áhugamálini fyri bæði feløgini, tí so sleppa landsstýrismenn frá at nerta við feløgini í tí dagliga.

Eitt annað alternativ er at umskipa flogvøllin til ein landsstovn, sum er skipaður beint undir landsstýrismanninum. Tá er so ongin ivi um, hvør hevur síðsta orðið.