Danski Eldraministarin á Vitjan á Sýnini

politikkur08-02-2019 - 13:32 - Jóanis Nielsen

Vága kommuna:

Danski “Eldraministarin” Thyra Frank var í gjáramorgunin 7. februar á vitjan á Heiminum á Sýnini í Miðvági saman við Eyðgunn Samuelsen landsstýriskvinnu í almannamálum. Stýrið fyri Heimatænastuna í Vágum var vertur fyri vitjanini. Forkvinnan Eyðdis H. Niclasen og næstforkvinnan Aimé Jacobsen greiddu, saman við leiðsluni á Sýnini, frá og vístu “Eldraministarinum” Heimið.