Danska skipið Astrid landar sild í Kollafirði

vinna31-10-2015 - 19:24 - Jóanis Nielsen

 Danska skipið Astrid kom á Kollafjørð um middagin, við 500 tonsum av sild, sum teir landa til Faroe Pelagic í Kollafirði.

Astrid hevur roynt norðanfyri á umleið 64N og 2V har føroysk, íslendsk og russisk skip eisini royna.

Sildin er góð, sum teir landa í Kollafirði.

Myndirnar hevur Frits Joensen tikið.