Danskarahúsið frá umleið 1890 - myndir

myndir14-05-2019 - 12:11 - Jóanis Nielsen

 Sunnudagin tók eg hesar myndirnar, sum eru av toftinni av Danskarahúsinum, sum er norðast í Oyragjáarhaga - liggur millum Fuglabrekkuna og Sniðdal ella beint yvir Rossasnið.

Danskarahúsið er bygt umleið ár 1890, tá ið danskir landmátarar kortløgdu Føroyar, teir brúktu húsið at liggja í, tí teir vóru langt frá húsum.

Eitt annað gamalt hús har á leiðini, sum eisini hevur verið brúkt at liggja í, tað er Løgmanshúsið, sum er við Gjótuna á Fuglabrekkuni, tað var brúkt, tá í sandavágsmenn vóru í bjørgunum norðantil t.v.s. Grundstøðun, Eystara- og Vestarakjálka og eisini í Vestaruskor og Eystaruskor, húsið nevnist Løgmanshúsið, so helst man tað verða ein av løgmonnunum, sum hevur byrgt tað.