Savnsmynd: Christian Jensen/Fiskur.fo

Danska skipið Ruth landar í Føroyum

Vinna02-11-2015 - 02:16 - Jóanis Albert Nielsen

Nótaskipið, Ruth, úr Hirtshals, kom til Føroyar í dag, har teir skulu landa makrel.

Ruth hevur roynt í ein landsynning úr Hetlandi hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið góður. Teir hava 1550 tons, ið teir fiskaðu uppá 18 tímar, tað skrivar fiskur.fo.

Makrelurin, ið liggur um 375 gramm, skal landast til Faroe Pelagic í Kollafirði.

Við Ruth hendan túrin eru 8 mans, og skipari er Ole Nattestad, endar fiskur.fo við at skriva.