Danska skipið Rockall skal landa makrel á Tvøroyri í kvøld

vinna12-10-2021 - 11:46 - Jóanis Nielsen

 Danska skipið Rockall kemur á Tvøroyri í kvøld við 500 tonsum av makreli, sum teir landa til Varðan Pelagic.

Teir hava roynt í norskum sjógvi.

Seinasta túr landaði Rockall eisini á Tvøroyri, tá høvdu teir 560 tons.