Dansistovan í Mykinesi kann leigast til eitthvørt endamál

mentan25-05-2017 - 11:49 - Jóanis Nielsen

Dansistovan er nú endaliga liðug og tilber at leiga hana til eitthvørt endamál, so sum ymisk tiltøk her vesturi í Mykinesi

Veitslur, skeið, fundir, fyrilestrar, framsýningar.

Húsið hevur allar hentleikar, steintoy til 50 fólk, 65 " flatskermur, internet, ljóðanlegg við 2 mikrofonum.

Les meira á heimasíðuni hjá Bygdarfelagnum Súlan,
http://bygdafelagidsulan.com/h%C3%BAsi%C3%B0.html