Danny & The Veetos á Okkara Tórsfest 2018

mentan25-01-2018 - 16:06 - Jóanis Nielsen

Í gjár varð kunngjørt, at danski sangari Burhan G verður millum mongu nøvnini, sum fara á pall á Okkara Tórsfest 21. juli á Vaglinum í Havn. Og í dag boða fyriskipararnir frá, at Danny & The Veetos eisini fara á pall.


Danny & The Veetos mann nokk teljast millum best umtóktu tónleikabólkarnar í Føroyum í løtuni. Løg sum “Sunnukvøld í mai” og “Allright” er nærum blivin fólkaogn og á teimum konsertum, sum bólkurin hevur spælt, hevur bólkurin altíð megna at fingið allar áhoyrararar við.

Bólkurin er mannaður av Danny Baldursson, Páll Brim Joensen, Robert Waagstein, Jóhan Nolsøe, Símun Dam, Leivur Vitalis og Rúna Hentze, sum saman spæla lívsjáttandi pop-folk tónleik.

Forsølan byrjar í morgin, fríggjadagin 26. januar
Forsølan av atgongumerkjum til Okkara Tórsfest 2018 byrjar í morgin, fríggjadagin 26. januar, kl. 10.00 í Power í SMS og á ebillett.fo, har tey fyrstu atgongumerkini fara fyri serprís fram til kl. 18.00. Eftir tað hækkar prísurin og atgongumerki fáast tá í Fast-handlunum kring landið, Power í SMS, Kunningarstovuni í Steinatúni og á ebillett.fo.

Í morgin fríggjadagin verður enn eitt útlendskt navn kunngjørt, sum fer at spæla á Okkara Tórsfest 2018. Komandi tíðina verða enn fleiri nøvn avdúkaði - bæði útlendsk og føroysk.