Danmark vann 35-17 á Føroyum

ítróttur27-10-2018 - 17:03 - Jóanis Nielsen

Danmark vann stórsigur á Føroyum í Skjern, úrslitið gjørdist 35-17, eftir at støðan í hálvleikinum var 16-8 til Danmark.

Føroysku málskorararnir vóru:

Niclas Selvig 4
Tróndur Kragesteen 3
Helgi Hoydal 2
Rókur Akralíð 2
Kjartan Johansen 2
Jónas G. Djurhuus 2
Sjúrður Olsen 1
Peter Krogh 1

Vit høvdu fólk á staðnum, so myndir koma seinni.