Danmark vann 31-28 á Slovenia

ítróttur19-01-2018 - 21:14 - Jóanis Nielsen

 Danmark vann í kvøld 31-28 á Slovenia í einum spennandi og vælleiktum dysti, serliga vísti álopsspælið, at her var talan um tvey sera góð lið, hálvleiksstøðan var 16-14 til Danmark.

Fyri Danmark skutu vongspælararnir íalt 17 mál, við sera góðum spæli, Lasse Svan fekk 11 mál hann hevði 15 skotroyndir, Casper U. Mortensen fekk 6 mál burturúr 7 skotroyndum.

Danmark skal leika ímóti Týsklandi sunnudagin.