Dagur & Vika verður framskundað ein hálvan tíma

mentan26-06-2018 - 17:46 - Jóanis Nielsen

Dagur & vika verður framskundað ein hálvan tíma, tá vit senda beinleiðis HM-fótbólt!📺

HM-bólkaspælið er við at vera liðugt, og fleiri avgerandi dystir eru fyri framman. Fleiri av hesum dystunum liggja tó samstundis sum Dagur & vika. Áður hava vit víst allar dystir á heimasíðu okkara, men komandi tíðina vísa vit eisini hesar spennandi dystirnar í sjónvarpinum. Tað hevur tó við sær, at skráin má framskundast ein hálvan tíma. Tað merkir:

▪️Barnasjónvarpið byrjar klokkan 17.30
▪️Dagur & vika byrjar klokkan 18.30

Tað er tó ikki hvønn dag. Talan er um dagarnar:

▪️Týsdag 26. juni kl. 19.00: Ísland - Kroatia
▪️Hósdag 28. juni kl. 19.00: Ongland - Belgia
▪️Mánadag 2. juli kl 19.00: Áttandapartsfinala
▪️Týsdag 3. juli kl 19.00: Áttandapartsfinala
▪️Fríggjadag 6. juli 19.00: Fjórðingsfinala