Country & Blues Festivalurin verður 14-15 juni 2019

mentan21-06-2018 - 15:59 - Jóanis Nielsen

Tíðindaskriv

Country & Blues Festivalurin hevur ásett dato fyri festivalin í 2019. 
Ongantíð fyrr hava so nógvir gestir vitjað Country & Blues Festivalin í Sørvági sum í ár. Festivalurin varð hildin í framúr góðum veðri og viđ stórslignum konsertum. 

Við nýggju country-appini og støðugari upplýsing á country-síðuni á facebook hepnaðist at gera festivalin sjónligan í radaranum. 

Við metnógvum gestum og 180 kampingvognum er vikuskiftið farið afturum í øllum góðum. 

Onkrar broytingar vórðu gjørdar beint undan festivalinum, sum leiðslan fekk avgreitt, soleiðis at fólk mistu sum minst. 

Nú er greitt, nær næsti Country & Blues Festivalur verður hildin. Fyrireikararnir hava gjørt av, at festivalurin í 2019 verður hildin í døgunum 14.-15. juni 2019. 

Longu nú eru fólk farin at bíleggja pláss til kampingvognin til festivalin 2019. 

Tað skal gerast á mail jongerd@visitvagar.fo. 

Takk øll somul 

Nevndin í Country & Blues festivalinum 

Vit síggjast í Sørvági 2019