Coronakanningar í tryggari legu

corona26-06-2020 - 16:11 - Jóanis Albert Nielsen

Heilsumálaráðið hevur nú skrivað undir sáttmálar við Thetis og Smyril Line um coronakanningar. Við sáttmálunum hava partarnir lagt fastar karmar um samstarvið, soleiðis at coronakanningarnar av ferðafólki verða gjørdar á besta og tryggasta hátt.

Leiðreglurnar fyri ferðandi til Føroya verða broyttar tann 27. juni, og tað merkir, at øll ferðandi, sum koma til landið eftir 27. juni, skulu kannast fyri COVID-19.

Tað er sera týdningarmikið, at tær viðkvæmu persónupplýsingar, sum verða innsavnaðar, til ein hvørja tíð eru væl vardar. Tí seta sáttmálarnir millum annað krøv til, at verndin av persónupplýsingum fylgir ásetingum í persónupplýsingarlógini.

Kanningarmannagongdin er løgd soleiðis til rættis, at upplýsingarnar eru dulnevndar fyri kanningarstovuni. Tað vil siga, at kanningarstovan ikki kann knýta kanningarúrslit beinleiðis til eitt ávíst ferðafólk. Um eingin smitta verður staðfest, verða upplýsingarnar umframt øll kanningarsýni burturbeind.

Verður smitta staðfest, sendir kanningarstovan dulnevndu upplýsingarnar til Landslækan, sum síðani fær innlit í viðkvæmu persónsupplýsingarnar og kann fremja neyðugu smittusporingina. Persónupplýsingarnar verða goymdar í tryggum skipanum so leingi, sum tað er neyðugt í sambandi við kvalitetstrygging og smittusporing.

Landið ber kanningarkostnaðin.

Samstarvsavtalurnar eru galdandi frá 27. juni til og við 10. juli. Sí samstarvssáttmálarnar her.

Tað er sera umráðandi, at øll ferðandi til Føroya vísa varsemi á ferðini, og at ferðandi, sum nýliga eru komin til landið, eru serliga ansin og fylgja almennu tilmælunum um frástøðu og gott reinføri. Kennir tú teg sjúkan, skalt tú lata teg kanna beinanvegin. Les meira um ferðing til og úr Føroyum her.