Christian í Grótinum skal landa til Bergfrost

vinna16-10-2019 - 09:04 - Jóanis Nielsen

 Christian í Grótinum er komin í Ánirnar í morgun, teir skulu annars landa í Fuglafirði til Bergfrost í morgin.

Christian hevur smá 700 tons av sildaflokum og um 600 tons av slógvi, slógvið verður landað til Havsbrún.

Teir hava roynt norðast í føroyskum sjógvi.