Christian í Grótinum skal landa svartkjaft til Havsbrún

vinna14-12-2018 - 13:27 - Jóanis Nielsen

 Christian í Grótinum, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, er farin at sigla inn, teir verða á Fuglafirði um 6-tíðina í kvøld, men sleppa ikki framat at landa fyrrenn fyrrapartin í morgin.

Vit á JN.fo tosaðu við skiparan Páll Klein Rasmussen fyri løtu síðan, hann segði, at fiskiskapurin hevði verið vánaligur, serliga tveir teir seinastu dagarnar, og nú sagt verður frá ruskveðri um vikuskiftið, so valdu teir bara at koma inn.

Tað er ivasamt, um Christian í Grótinum loysir aftur í ár, teir hava onkrar ábøtur, sum skulu gerast við skipið, tí roknaði hann við, at tær skulu fáast frá hondini nú, soleiðis at klárt verður at loysa eftir jólahalguna.