Christian í Grótinum siglir inn við 660 tonsum av sildafløkum

vinna12-10-2017 - 13:07 - Jóanis Nielsen

 Vit hava júst nú tosað umborð á Christian í Grótinum, teir sigla inn við 660 tonsum av sildafløkum, eisini hava teir 450 tons av slógvi, sum teir skulu landa í Fuglafirði í nátt.

Sildin verður landað í Ánunum í morgin.

Fleiri skip sigla inn - Norðborg, Norðingur, Tummas T., Fagraberg og Høgaberg.