Christian í Grótinum siglir inn fullfermdur

20-10-2017 - 21:31 - Jóanis Nielsen

 Christian í Grótinum siglir inn fullfermdur, teir koma á Fuglafjørð í nátt, har teir skulu landa 450 tons av slógvi til Havsbrún.

Í morgin skulu teir landa 665 tons av frystum í Ánunum, harav er uml. 440 tons sildadløk og 225 tons heilfryst sild.

Vit á JN.fo tosaðu umborð í kvøld, teir søgdu, at teir fyrst fiskaðu norðalaga í føroysum sjógvi, har nógv av sild var at fáa, men fluttu tó norðurum í altjóða sjógv, tí har var størri sild at fáa.

Nógv skip eru bæði í føroyskum sjógvi og í altjóða sjógvi norðanfyri.

Christian í Grótinum fer nýggjan túr sunnumorgunin.