Christian í Grótinum siglir inn fullfermdur

vinna04-10-2017 - 13:59 - Jóanis Nielsen

 Christian í Grótinum fór at sigla inn fullfermdur í gjárkvøldið, teir hava fiskað sild hendan túrin tætt norður úr Føroyum - á uml. 64N.

Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir hava 660 tons av frystum, harav 400 tons er sildafløk og 260 tons er heilfryst sild, harafturat hava teir 400 tons av slógvi.

Christian í Grótinum fer fyrst á Fuglafjørð at landa slógv, teir verða á Fuglafirði um 3-tíðina í dag. Í morgin skulu teir landa tað frysta í Ánunum og er ætlanin at fara nýggjan túr seint hóskvøldið, segði skiparin Páll Klein Rasmussen, hann segði eisini at tað var góð sild teir hava fiskað hendan túri, meðalstøddin knappaðist um 400 gramm.

Eisini segði Páll, at heilt nógv sild er at síggja norðanfyri.