Nýggjastu


Mynd: Eyðun Høgnesen.

Christian í Grótinum siglir inn fullfermdur av svartkjafti

vinna09-04-2018 - 23:06 - Jóanis Nielsen

 Christian í Grótinum siglir inn fullfermdur av svartkjafti, teir fóru at sigla um 3-tíðina í dag og eru í løtuni staddir tætt suður úr Akrabergi.

Vit á JN. fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, skiparin Páll Klein Rasmussen læt væl at, tað var fitt at síggja í dag, teir gjørdu eitt tov, har teir fingu 400 tons - teir hava 2.450 tons, nú teir koma inn.

Veðrið er gott á leiðini sunnanfyri, Páll helt at teir verða á Klaksvík um 8 tíðina fyrrapartin í morgin, har teir fara at bíða eftir landingartørni, í løtuni landar Finnur Fríði, aftaná skal Tróndur í Gøtu landa og so eigur Christian í Grótinum tørn, teir sleppa framat á midnátt týskvøldið.

Í løtuni eru nógv skip á feltinum, øll tey føroysku, 12 russarar og seinni í vikuni verða 15 íslendsk skip á feltinum, eisini eru onkur norsk skip á leiðini, so roknast kann við, at umleið 40 svartkjaftaskip koma at royna eftir svartkjafti, sunnast í føroyskum sjógvi, seinni í vikuni.