Christian í Grótinum siglir heim av svartkjaftafeltinum vestur úr Írlandi

vinna21-03-2018 - 15:02 - Jóanis Nielsen

 Christian í Grótinum er farin at sigla heim fullfermdur av svartkjafti.

Vit tosaðu við skiparan Páll Klein Rasmussen, hann segði, at teir hava roynt í ES-sjógvi á uml. 54,2N og 12,4V, fiskiskapurin var góður, eisini viðraði væl til veður.

Christian í Grótinum verður á Fuglafirði hóskvøldið, teir sleppa at landa beinanvegin teir koma á Fuglafjørð.

Sí myndirnar, sum Páll hevur sent okkum av posanum.