Mynd: Jens Sigurð Justesen.

Christian í Grótinum og Norðborg sigla heim undan Grønlandi

vinna07-08-2018 - 14:15 - Jóanis Nielsen

Christian í Grótinum og Norðborg sigla báðir heim undan Eystur-Grønlandi, báðir fullfermdir av makreli. Teir hava partrolað við Eystur-Grønland.

Christian í Grótinum hevur 600 tons og Norðborg 1.200 tons av frystum makreli, harafturat hevur Norðborg 300 tons í tangunum, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði.

Í skrivandi stund nærkast teir Reykkjanesi, teir verða heima hósdagin, tá eru júst 3 vikur síðan teir fóru úr Føroyum.