Christian í Grótinum landar mikumorgunin í Ánunum

vinna16-09-2019 - 23:44 - Jóanis Nielsen

 Christian í Grótinum, sum hevur verið til sildafiskiskap norður úr Íslandi siglir heim.

Teir hava 600 tons av sildafløkum, 70 tons av heilfrystari sild og 600 tons av slógvi.

Teir koma á Fuglafjørð týskvøldið, har teir bunkra og landa slógvið til Havsbrún.

Mikumorgunin skulu teir landa tað frysta í Ánunum.