Mynd: Jens Sigurð Justesen.

Christian í Grótinum landar í Skagen mánadagin

vinna21-03-2020 - 14:25 - Jóanis Nielsen

 Christian í Grótinum, sum hevur roynt eftir svartkjafti vestur úr Írlandi, er farin at sigla til Danmarkar við 2.350 tonsum, sum teir skulu landa í Skagen.

Teir verða í Skagen mánadagin og sleppa framat at landa beinanvegin teir koma inn.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, vit spurdu hví teir landa í Skagen, tað var tí at teir sleppa skjótari nýggjan túr - annars søgdu teir, at prísmunurin á Fuglafirði og Skagen var eingin, millum 2 kr. og 2,10 kr fáa teir í báðum støðum.