Nýggjastu


Mynd: Jens Sigurð Justesen.

Christian í Grótinum landar í morgin

vinna29-10-2020 - 21:41 - Jóanis Nielsen

 Christian í Grótinum, sum hevur roynt eftir sild í íslendskum sjógvi, kemur á Fuglafjørð tíðliga í morgin, har teir skulu landa 650 tons av slógvi til Havsbrún.

Seinnapartin í morgin og leygardagin skulu teir landa 650 tons av sildafløkum í Ánunum.

Teir fara avstað aftur á sildaveiðu leygarkvøldið.